| |
Um Arbeidi.fo
Endamálið við Arbeidi.fo er at hjálpa føroyskum arbeiðsgevarum at finna rætta umsøkjaran - og at geva arbeiðstakarum í Føroyum og uttanlands eitt lætt og skjótt yvirlit yvir føroyska arbeiðsmarknaðin. Arbeidi.fo er soleiðis eitt millumlið millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, báðum at gagni.
Fyri arbeiðstakarar
Tað er ókeypis hjá arbeiðstakarum at skráseta seg á Arbeidi.fo. Sum arbeiðstakari kanst tú skráseta teg á Arbeidi.fo og fáa boð beinleiðis um teldupost, tá eitt starv, sum hevur tín áhuga, verður lýst leyst. Tú kanst eisini leggja títt CV á Arbeidi.fo og lata arbeiðsgevarar finna teg. Arbeiðsgevarar hava ikki beinleiðis atgongd til títt CV, men kunnu venda sær til Arbeidi.fo og heita á okkum um at finna viðkomandi arbeiðstakarar til eitt ávíst starv. Um vit halda, at títt CV er viðkomandi, venda vit okkum til tín og biðja um tína samtykt, áðrenn vit senda títt CV víðari til arbeiðsgevaran.
Arbeiðstakar uttanlands
Eitt av høvuðsendamálunum hjá Arbeidi.fo er at geva føroyingum uttanlands betri yvirlit yvir føroyska arbeiðsmarknaðin. Arbeiðstakarar uttanlands hava tí javnbjóðis møguleika at skráseta seg sum brúkarar á Arbeidi.fo
Fyri arbeiðsgevarar
Sum arbeiðsgevari kanst tú leggja starvslýsingar á Arbeidi.fo og harvið fáa tína starvslýsing út ímillum møguligar umsøkjarar í Føroyum og uttanlands. Vit átaka okkum eisini at senda tína starvslýsing beinleiðis út til teir arbeiðstakarar, sum hava víst áhuga fyri líknandi størvum. Sum arbeiðsgevari kanst tú eisini venda tær til Arbeidi.fo og heita á okkum um at finna viðkomandi arbeiðstakarar til eitt ávíst starv. Vit venda okkum so til arbeiðstakar við einum viðkomandi CV og biðja um teirra samtykt til, at vit senda teirra CV víðari til tín sum arbeiðsgevara.
Les meira um prísir her
Dátutrygd
Arbeidi.fo veitir tær sum arbeiðstakara trygd fyri, at tínir persónligu upplýsingar verða handfarnir á forsvarligan hátt og ikki verða givnir til triðja part uttan tína samtykt í hvørjum einstøkum føri. Arbeidi.fo veitir arbeiðsgevarum trygd fyri at virkisupplýsingar, sum verða givnir okkum í trúnaði ikki verða givnir víðari til triðja part.
Ognarviðurskifti
Sp/f Internettænastur eigur Arbeidi.fo, sum verður rikið óheft av arbeiðsgevarafelags- og arbeiðstakarafelagsáhugamálum. Sp/f Internettænastur leggur seg ikki út í setanarviðurskifti í sambandi við tey størv, sum verða lýst. Tískil frásigur Sp/f Internettænastur sær alla ábyrgd av viðurskiftunum millum arbeiðstakara- og arbeiðsgevara í sambandi við tey størv, ið verða lýst leys á síðuni.
|
|
|